Hvat slag av perum loysir tað seg best at keypa? | Vit royna á ein einfaldan hátt at greiða frá fyrimunum og vansum við vanligum perum, halogen perum, spariperum og LED perum | |
|

|
Vanligar perur brenna í ca. 1.000 tímar og eru ikki serliga økonomiskar. Men sum øll vita, geva perurnar eitt gott og hugnaligt ljós, tendra beinanvegin og kunnu dempast. |
|
|
Halogenperur brenna í ca. 2.000 tímar og spara 20-30% í mun til vanligar perur. Tær geva eisini eitt gott og hugnaligt ljós. Perurnar eru umleið dupult so dýrar sum vanligar perur, og halda tilsvarandi longri. Men perurnar eru eitt sindur bíligari í longdini tí tær brúka minni streym. Halogen kann eisini dempast. |

|
|

|
Spariperur brenna í ca. 6.000 tímar og spara ca. 70-80% í mun til vanligar perur. Nýggjastu perurnar geva eitt hampuliga gott ljós, men endurgeva ikki allar litir 100% og tendra ikki beinanvegin. Spariperur eru 4-5 ferðir dýrari at keypa enn vanligar perur, men eru nógv bíligari í longdini. Spariperur kunnu sum regul ikki dempast. |
|
|
LED perur brenna í 15-30.000 tímar og spara ca. 80-90% í mun til vanligar perur. Perurnar tendra beinanvegin og geva í dag eitt gott ljós. LED perur eru 10-30 ferðir dýrari at keypa enn vanligar perur, men av tí at tær sjáldan skulu skiftast og nýta so lítla orku, loysir tað seg ofta væl at skifta til LED. Summar LED perur kunnu dempast. |

|
|
|
|  | | Tíðindi |  | | Vit flyta! | Vegna plasstroti hava vit valt at flyta til Kollafjarðar pr. 1. mai 2012. Sølan er seinasta árið vaksin við 30%, og vørugoymslan og starvsfolkatalið er økt tilsvarandi, so goymsluhølið á Hjalla kundi ikki nøkta tørvin longur.
| |  | | Avtala gjørd við Peter Larsen Kaffe | Í Danmark standa heilar kaffibønur fyri 8-10% av øllum kaffimarknaðinum, og Peter Larsen Kaffe gongur klárt á odda við umleið 65% av hesari søluni. Um vit rokna við at føroyingar drekka líka so nógv kaffi sum danir, nýta vit íalt 220 tons av kaffi um árið. Seinni í ár vita vit meira um hvussu stórur partur av hesum framyvir verður heilar bønir frá Peter Larsen Kaffe.
| |  | | Sól- og lesibrillur | Í nógvum handlum fáast nú eitt stórt úrval av smartum sól- og lesibrillum frá Impuls
| |  | | Solberg gjørt avtala við Posta | Fyri at betra um tænastuveitingina av Posta Her vøru, hevur Posta gjørt avtalu við Sp/f Solberg, sum frá 11. apríl 2011 fer at taka sær av allari sølu og levering av vøru til Posta Her handlar.
| |  |
|
|
|
|  |
|
|