Vit eru flutt

Vegna plasstroti hava vit valt at flyta til Kollafjarðar pr. 1. mai 2012. Sølan er seinasta árið vaksin við 30%, og vørugoymslan og starvsfolkatalið er økt tilsvarandi, so goymsluhølið á Hjalla kundi ikki nøkta tørvin longur.

Í Kollafirði fáa vit 3 ferðir so nógv pláss sum á Hjalla í Havn, so roknast kann við at vit fara at halda áfram at víðka vøruúrvalið munandi, líka sum vit hava gjørt seinastu tíðina.

Adressan verður á Langasandi 7, har sum Fjarðahús helt til, sera sentralt fyri okkum og kundum okkara. Innflutningurin verður eisini nemmari við Samskip sum nærmasta granna.

Sum Fjarðahús tók til í einum tíðindaskrivi: "Allir vegir føra til Kollafjarðar, og Kollafjørður er bara 15 minuttir frá øllum. Tað er eitt korter at koyra úr Havnini, eitt korter úr Vágum, og eitt korter úr Eysturoynni".

Og so býr Steffen eisini í Kollafirði ...

Nýtt á goymslu
Facebook
Fylg okkum á http://www.facebook.com/spfsolberg
SOLBERG SP/F
Telefon: +298 602800
Sitemap