SOLBERG SP/F
Í 1993 gav Henrik Solberg út 8 ymisk postkort, sum hann seldi í frítíðini sum partur av ítrivi sínum sum fotografur. Í dag starvast 6 fólk burturav í heilsøluni, og postkort er framvegis ein týðandi partur av søluni. Henrik og Heidi hava skrivstovu í Danmark, meðan Steffen, Ásbjørn, Bárður og Bindi arbeiða í Føroyum. Nútímans tøkni og álítandi starvsfólk ger hetta møguligt, hóast avstandurin er næstan 1.000 km. Vit hava nú meira enn 1.500 ymiskar vørur á goymslu, og sølan er meira enn 3-faldað tey seinastu 10 árini.
|